Archibald Biskupsstøð Black er føddur 30.01.1956 í Klaksvík.
Archibald er sjálvlærdur listarmaður, og hevur hann teknað og málað frá barnsbeini av. Hann hevur havt sjey stakframsýningar í Føroyum, og hevur eisini verið við á fleiri várframsýningum og øðrum bólkaframsýningum.
Uttanlanda hevur hann sýnt fram í Danmark, Norra og Svøríki.
Archibald hevur givið frálæru í tekning og máling í Klaksvíkar Kvøld- og Listaskúla síðani 1994. Archibald er bóndi á Myrkjanoyragarðinum, og hevur garðurin verið í ættini, síðani Nólsoyar Páll festi garðin í 1806. Archibald er útbúgvin bygningsnikkari. Hann hevur tó eisini, saman við vinmanni, bygt føroyskan bát.
Henda roynd var einamest til stuttleika, men eisini tí langabbi hansara var kendur bátabyggjari. Í dag undirvísir Archibald á TSK. Av áhuga kann nevnast tónleikur. Hann spældi í 70´unum bass í rokkbólkinum Straight Ahead.
Av yndisbólkum og tónleikarum, kunnu nevnast : The Beatles, Jethro Tull, Poul Rodgers og Peter Gabriel. Í 2004 kom Archibald í tríggjar dagar at vera saman við Ken Hensley frá Uriah Heep – einari av tannáringafyrimyndunum. Hetta var bæði kveikjandi og hugvekjandi. Í 2005 var Archibald so heppin at hitta, práta og vera saman við Ian Anderson frá Jethro Tull – einari av teim stóru fyrimyndunum enn í dag. Áhugavert og tankavekjandi.
Av fyrimyndum í basspæli vóru Paul MacCartney og Andy Frazer. Til stuttleika kann nevnast, at fyri stuttum stóð at lesa í tónleikablaði, at eisini Andy Frazer hevði Paul MacCartney sum fyrimynd ! Av øðrum áhuga kann nevnast gongutúrar í fjøllunum – einamest í Myrkjanoyrahaganum. Sjálvt um myndaevnini hava verið ymisk frá andlitsmyndum til náttúrulýsingar, so er myndaevnið í dag einamest náttúrulýsingar kveiktar úr umhvørvinum um Dreymsóljuna- fjallasmáttan, sum hann bygdi í 2005. Serliga avbjóðandi er skiftandi ljósið og mjørkin! Her fær sálin frið og rúm at flúgva í! Ein góð máltíð í smáttuni, aftaná langan túr saman við góðum vinfólki – tað er lívið!