15. apríl klokkan 19 verður boðað til almennan fund í Ósáskúlanum í Klaksvík at kunna um gongdina í verkætlanini at endurreisa garð Nólsoyar Páls.

Síðani fyrsta almenna fundin, 1. mai 2014, er verkætlanin víðkað til eisini at umfata bakkahjallarnar á Biskupsstøð.

Eisini er byrjað upp á nýggja bók um Nólsoyar Páll, sum rithøvundurin Óli Olsen skrivar.

Hesum og øðrum verður greitt nærri frá á fundinum 15.04 kl.19. Eftir almenna fundin verður aðalfundur í Áhugafelag Nólsoyar Páls.

Tað er fallið í mín lut at kunna um, hvussu støðan er nú, og hvussu langt, vit eru komnir í smb. við hesa stóru verkætlan.   Fyrsta mei í fjør komu vit alment fram við ætlanum okkara um at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli, honum til heiðurs og sóma, og landinum øllum at  gagni. Tað var kunngjørt á sera væl vitjaðum almennu…

Les meira

Á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn eru til skjals nógvar stýrimansprotokollir. Í einari teirra: ”Eksamensprotokol for almindelig Styrmandseksamen 1781-1799,” finna vit 22 ára gamla Poul Poulsen Nolsøe – Nólsoyar Páll. Próvtøkudagurin er 8. november 1788. Gløggur man hann hava verið, tí viðmerkt stendur: ”Forstod alt.”   Stýrimansskúlin l&…

Les meira

Tað var ein spennandi uppgáva, formaðurin fyri Áhugafelagnum Nólsoyar Pálli, Archibald Black, hevði til mín, tá ið hann ringdi síðsta heyst og bað meg skriva bók um Nólsoyar Páll. Hetta lá væl fyri, serliga tá ið hugsað verður um, at eg kannaði Nólsoyar Páll gjølla í sambandi við bókaverkið “Sigling og útb&u…

Les meira